Innanlands

Boris Johnson aftur til arbeiðs í dag: Byrjar við at standa á odda fyri "krígsfundi"

Bretski forsætisráðharrin er komin fyri seg, ein mánað eftir at hann varð innlagdur við koronavirusinum. Nú stendur hann aftur á odda í bretska koronastríðnum

- Saman basa vit avbjóðingunum, eins og vit hava bast avbjóðingunum fyrr - verð heima - bjarga lívum, segði Boris Johnson, eftir at hann varð útskrivaður (Mynd: EPA)

- Saman basa vit avbjóðingunum, eins og vit hava bast avbjóðingunum fyrr - verð heima - bjarga lívum, segði Boris Johnson, eftir at hann varð útskrivaður (Mynd: EPA)

2020-04-27 07:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri 15 døgum síðani varð Boris Johnson útskrivaður av St Thomas Hospital í London, har hann í beint yvir tvær vikur lá innlagdur orsakað av koronasmittuni. Nakrar dagar lá forsætisráðharrin á inntensivu deild: 

- Tað kundi farið báðar vegir, og tað er torført at seta orð á, hvussu nógv eg skyldi NHS fyri at bjarga mínum lívi.

Les meira: Eingin ivi um at NHS hevur bjargað mínum lívi
                  Boris Johnson: Klárur at fara aftur til arbeiðis     

Boris Johnson hevur seinastu tvær vikurnar verið á uppihaldsstaðnum Chequers, har tað hevur snúð seg um at koma fyri seg aftur. Hann hevur ikki staðið fyri nøkrum almennum uppgávum, men hevur tosað við bæði drotningina og Donald Trump í farnu viku.

Í kríggj við koronavirus

Dominec Raab, uttanríkisráðharri, hevur seinasta mánaðin verið virkandi stjórnarleiðari. Hann segði við BBC í gjár, at forsætisráðharrin var spentur og til reiðar at koma í gongd aftur, og at hetta verður strimbrandi fyri stjórnina og landið.

Boris Johnson er komin aftur til Downing Street 10, har hann fyrrapartin fer at standa á odda fyri einum fundi í "krígsstjørnaráðnum" móti korona hjá bretsku stjørnuna. Hetta serliga "war cabinet" tekur lyklavgerðir í bretska stríðnum móti korona.

BBC skrivaði hetta í gjár, og skrivaði samstundis at tað er óvist, um Boris Johnson fer at leiða dagliga tíðindafundin hjá stjórnuni.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder