2019-07-23 12:10
Boris Johnson er nýggjur floksleiðari í Konservativa flokkinum og forsætisráðharri í Bretlandi. Hetta er greitt eftir úrslitið av atkvøðugreiðsluni varð kunngjørt fyri løtu síðani.
Atkvøðugreiðsla var í gjár um hvør skal verða nýggi leiðarin í Konservativa flokkinum í Stórabrtelandi, eftir at Theresa May legði frá sær.
160.000 limir í Konservativa flokkinum høvdu atkvøðurætt í gjár um hvørt tað skuldi verða Boris Johnson ella Jeremy Hunt, sum tekur yvir heita stólin sum floksleiðari og forsætisráðharri í Stórabretlandi.
Atkvøðugreiðslan endaði í gjár kl. 17 og talt hevði verið í alla nátt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald