Innanlands

Børn fara í atkvøðuklivan um vikuskiftið

Børn fara at mótmæla, tekna valplakatir, seta sín kross inni í atkvøðuklivanum og nógv meira, tá ið barnafestivalurin Frítt Flog verður 21.-22. mars í Norðurlandahúsinum

2026-03-17 17:36 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Børn fara at mótmæla, tekna valplakatir, seta sín kross inni í atkvøðuklivanum og nógv meira, tá ið barnafestivalurin Frítt Flog verður í Norðurlandahúsinum 21.-22. mars. Evnið verður fólkaræði.

– Fólkaræði er ein felagsskapur, sum øll kunnu luttaka í og venja seg í uttan mun til aldur. Tað snýr seg um at tora at siga sína áskoðan, lurta eftir øðrum, taka pláss og geva øðrum pláss. At vera ein partur av felagsskapinum, skrivar Norðurlandahúsið í tíðindaskrivi.

– Á festivalinum fara børn at tekna valplakatir og seta boðskapir saman, sum hava týdning fyri tey. Tey fara at ganga kravgongu, siga sína meining, lurta og fara inn í atkvøðuklivan at seta sín kross. Akkurát sum tey vaksnu gera.

Øll skráin fyri festivalin, sum er fyri børn millum 0 til 13 ár, sæst á nlh.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder