– Elskaði Ljóðfílurin, sum vit øll kenna úr m.a. sendingunum Ding Dang Pappsang og Hey!, heldur tað vera so keðiligt, at ikki sleppa á flaggdagshald í ár. Tað halda Jensina og Norðurlandahúsið eisini og hava tí saman funnið uppá ein øðrvísi hátt at hatíðarhalda Merkið. Ljóðar tað ikki stuttligt?
Ætlanin er at gera eitt flagg, seta tað á ein pinn og seta tað í bøin uttanfyri Norðurlandahúsið at síggja hjá øllum, sum ganga framvið, umframt at fáa nógv børn at gera sítt egna flagg at seta upp.
– Um nógv børn gera hvør sítt heimagjørda føroyska flagg, og eisini seta tað í bøin uttanfyri Norðurlandahúsið, so hevði tað veri ein flott sjón saman við teimum stóru norðurlendsku fløggunum, sum Norðurlandahúsið flaggar við. Eitt flott flaggdagshald. Eru tit við?
Soleiðis gert tú:
1. Finn pappír, litir, ein pinn og okkurt at hefta pappírið í pinnin við.
2. Tekna flaggið og heft tað á pinnin.
3. Far niðan til Norðurlandahúsið og set tað í bøin. Fólk kunnu eisini taka eina mynd og leggja hana út á sosialar miðlar við hashtagginum #nlhflagg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald