Innanlands

Børn hjá tilflytarum fáa nú ókeypis skeið í føroyskum

Tórshavnar kvøldskúli bjóðar ókeypis skeið í føroyskum máli og mentan til tilflytara í aldirnum 8 til 16 ár

2019-01-16 15:55 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tórshavnar Kvøldskúli fer nú undir ókeypis frítíðarskeið í føroyskum og føroyskari mentan fyri tilflytarar í aldrinum millum 8 og 12 og millum 12 og 16 ár.

Undirvísingin verður týs- og hósdagar í Sankta Frans Skúla millum kl 15 og 18, har endamálið er at læra mál og mentan gjøgnum undirvísing, spæl og matgerð.

Tilboðið fyri tey millum 8 og 12 verður í februar og fyri tey millum 12 og 16 fer undirvísingin fram í mars mánaði, skrivar Tórshavnar kommuna.

Les meira á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder