Innanlands

Børn í Føroyum og Grønlandi kunnu eisini forrita við ultra:bit

ultra:bit er ein verkætlan hjá Danmarks Radio, sum 1.700 næmingar í Føroyum kunnu gerast partur av

2019-01-16 14:33 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Á heysti í 2019 fáa umleið 1.700 næmingar í Føroyum og Grønlandi møguleika at fáa eina smáteldu við heitinum BBC micro:bit. Næmingarnir gerast harvið ein partur av verkætlanini ultra:bit, sum Danmarks Radio, í samstarvi við Center for Undervisningsmidler og við stuðli frá danska Industriens Fond, byrjaði í verandi skúlaári.

Í Danmark hava fleiri enn 60.000 næmingar í 4. flokki longu fingið eina smáteldu og læra nú at forrita við undirvísingartilfari og barnasendingum um tøkni og skapanarevni frá sjónvarpsrásini DR Ultra og heimasíðuni DR Skole.

Grønland og Føroyar verða við í ultra:bit á heysti í 2019, og næmingarnir fáa tí eisini hesar smáteldurnar og atgongd til alt undirvísingartilfar á DR Skole. Í fyrstu atløgu eru tað 4. flokkarnir í Føroyum og 5. flokkarnir í Grønlandi, sum fáa smáteldurnar. Men hinir flokkarnir í miðdeildini fara eisini at fáa møguleikan at luttaka í ultra:bit.

Lærarar fáa tilboð um at koma á skeið í, hvussu micro:bit kann nýtast í undirvísingini, og børnini fáa møguleika at síggja sendingarnar á DR Ultra, sum hugsavna seg um tøkni, so tey fáa íblástur at nýta smáteldurnar at loysa minni og størri avbjóðingar í gerandisdegnum. 

Í Føroyum er tað Nám, ið stendur fyri at luta út smáteldurnar. Gundur Mortensen, KT-leiðari á Námi, sigur: “Tað, at vit kunnu vera við í hesi verkætlanini, gevur okkum ein sera stóran møguleika at geva lærarum og næmingum íblástur til at arbeiða meira við forritan í skúlanum. Og tað gevur teimum ein góðan møguleika at vera skapandi og roynandi við tøknini og ikki bert vera brúkarar av henni”.

Í Grønlandi sigur stýrisleiðarin, Simon Lennert: “Vit eru sera fegin at kunna luttaka í ultra:bit. Hendan verkætlanin gevur næmingum og lærarum møguleika at arbeiða við teimum førleikum, sum brúk er fyri í 21. øld. Tað er eingin ivi um, at talgildingin er komin fyri at verða – eisini í Grønlandi. Tað er eitt av málunum hjá Útbúgvingarstýrinum, at tey ungu í framtíðini skulu hava førleikarnar at nýta talgilda tøkni, at handfara upplýsingar og at samstarva um skapandi innihald”.

Børn eru stórbrúkarar av tøkni, og ultra:bit skal geva íblástur til ein heilan árgang, so tey gerast skaparar við tøknini við teirra egnu smáteldum, ið kunnu forrita nógvar ymiskar funkur og virksemi.

Industriens Fond stuðlar ultra:bit í øllum ríkisfelagsskapinum og eisini skúlum í Suðurslevig, sum eisini vildu vera við í verkætlanini.

Um hetta sigur stýrisformaðurin í Industriens Fond, Sten Scheibye: “ultra:bit er væl móttikið um alt landið, og tess fleiri børnum vit kunnu geva íblástur at arbeiða og vera skapandi, vandin og nýhugsandi við forritan, tess betur. ultra:bit er ein einastandandi møguleiki at kveikja áhugan hjá børnum, foreldrum og lærarum at skapa loysnir við forritan og tøkni. Hetta eru førleikar, sum eru serliga umráðandi í framtíðini”.

Ultra:bit í skúlanum og gerandisdegnum

Í ultra:bit eru fleiri lutir, ið eru mentir av DR og fleiri samstarvsfeløgum úr KT- og undirvísingarheiminum. Les meira um samstarvsfelagarnar her: https://www.dr.dk/om-dr/de-er-med-i-projektet  

ultra:bit byrjaði í august 2018, og DR Skole hevur gjørt undirvísingargongdir til nakrar lærugreinar – t.d. støddfrøði, náttúru og tøkni, handaverk og list og danskt.

DR Ultra ger fleiri sendingar, har smáteldan hevur ein leiklut. T.d. snúgva tær vælumtøktu ”NØRD”-sendingarnar seg um tøkni í nýggju røðini. Harafturat verður smáteldan at síggja í sendingum sum ”Klassen”, ”KreaKampen”, ”Designtalenterne” og ”Ultras sorte kageshow”.

Síggj og les meira um ultra:bit her: https://www.dr.dk/projektultrabit

Faktaboks

Í Føroyum er tað Nám, sum stendur fyri at útluta BBC micro:bit til næmingar í 4. flokki. Skúlarnir gera sjálvir av, um teir ynskja at taka av tilboðnum ella ikki, tá verkætlanin byrjar komandi skúlaár.

Í Grønlandi samstarvar DR við Útbúgvingarstýrið um ultra:bit, har umleið 900 næmingar í 5. flokki fáa eina micro:bit smáteldu.

Ætlanin er, at skúlarnir eisini kunnu fáa flokssett til aðrar flokkar í miðdeildini, ið eisini ynskja at arbeiða við forritan.

- Nám

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder