2021-12-09 18:33
“Dagstovnurin Hans Andrias Djurhuus” handaði í dag Barnabata eina brævbjálva áljóðandi 6440 krónur.
Børnini á dagstovninum hava selt ymiskar heimagjørdar lutir við tí endamáli at stuðla átakinum Í Menniskjum Góður Tokki.
Dagstovnurin leggur dent, at kunna børnini um, at ikki allar familjur í Føroyum hava tað gott, og av berum eldhuga fóru tey í gongd við at savna pening inn.
- Hetta fer vónandi at elva til ringvirkningar sigur Steinbjørn V. Olsen, leiðari.
Allur peningurin fer óskerdur til familjur, ið søkja jólahjálp.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald