Innanlands

Børn við ADHD og orðblindni fáa ikki nøktandi hjálp

- Hetta er nógv meira komplekst enn at játta 200.000 krónur her og 600.000 har krónur – her skal hugsast størri, sigur Maybritt við Strond, ið tó slær fast at størri poltiskt raðfesting er neyðug

Børn detta niðurímillum orsakað av avoldaðum skipanum, heldur Maybritt við Strond, logopedur. – Løgtingslimir eiga at taka tað í álvara, sum ymiskar kanningar og fakbólkar hava víst á, tí her eru kanska  nakrir strukturellir manglar ella feilir, sum eru við til at gera, at vit halda okkara ungu føstum í einari “sjúkari skipan”, sum kann kosta okkum eitt heilt ættarlið

Børn detta niðurímillum orsakað av avoldaðum skipanum, heldur Maybritt við Strond, logopedur. – Løgtingslimir eiga at taka tað í álvara, sum ymiskar kanningar og fakbólkar hava víst á, tí her eru kanska nakrir strukturellir manglar ella feilir, sum eru við til at gera, at vit halda okkara ungu føstum í einari “sjúkari skipan”, sum kann kosta okkum eitt heilt ættarlið

2023-01-04 11:42 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í seinastuni hevur nógv verið frammi um næmingar við ADHD og ta ónøktandi hjálp, sum børn við hesi avbjóðing uppliva. Tey standa leingi á bíðilista til útgreining, og ofta hava foreldur í ráðaloysi leitað eftir aðrari hjálp – sum oftast til fánýtis.

Hetta er for galið, heldur Maybritt við Strond, PD í logopedi og kollegialari vegleiðing, sum í nógv ár hevur gjørt stórt arbeiði fyri børn við innlæringartrupulleikum. Gjøgnum sítt arbeiði kennir hon væl til støðuna og veit tí eisini, hvat skal til, um børn við ADHD, orðblindni ella øðrum avbjóðingum skulu fáa nakað munagott burtur úr skúlanum.

– Løgtingslimir eiga at taka tað í álvara, sum ymiskar kanningar og fakbólkar hava víst á, tí her eru kanska  nakrir strukturellir manglar ella feilir, sum eru við til at gera, at vit halda okkara ungu føstum í einari “sjúkari skipan”, sum kann kosta okkum eitt heilt ættarlið, sigur hon.

Maybritt saknar fyrst og fremst eina nógv størri játtan á fíggjarlógini til hesi øki og so ítøkilig politisk átøk – ja, í roynd og veru heldur hon, at dagstovnaøkið og fólkaskúlalógin eiga at endurskoðast úr enda í annan.

– Hetta er nógv meira komplekst enn at játta 200.000 krónur her og 600.000 har krónur – her skal hugsast størri. Men tá mann í fleiri ár ikki hevur raðfest og sett av í langtíðarætlanum, so er tað ikki undarligt, at alt siglir, sigur hon.

Hví heldur tú, at tað ikki verður gjørt meira við hetta økið politiskt?

– Vit mugu bara viðurkenna, at tað er ikki líka lokkandi fyri ein politikara at játta stórar íløgur til okkara børn og ungu. Mistrivnaður er kanska ein trupulleiki, har øll føla avmakt, tí tað ikki er so ítøkiligt sum ein tunnil.

– At nakar politikari í dag dittar sær at tosa og brúka tíð upp á ókeypis tunnilskoyring er mær ein gáta. Teir hava nógv størri og truplari avbjóðingar at kjakast um og loysa. Tað tykist sum um, at politisku flokkarnir ikki hava skilt ella viðurkent kompleksitetin av trupulleikanum, tí annars hevði mann sett heilarnar saman, funnið loysnir og gjørt heilt aðrar fíggjarligar raðfestingar, sigur hon.

Um tað er nakar, sum hevur skilt henda kompleksitetin, so er tað Maybritt við Strond við sínum áralongu royndum. Tí lata vit hana her greiða nærri frá, hvussu samanskrúvað avbjóðingin við dagsins skúlaskipan er fyri ávísar næmingar:

– Av teimum, ið hava ADHD, so hava 40 prosent av teimum aðrar innlæringartrupulleikar ella samdiagnosur sum dysleksi, DLD, dysgrafi, dyspraksi ella dyskalkuli. Hvørjar fortreytir hevur ein slíkur næmingur fyri at trívast og mennast í eini skúlaskipan? Seint staðfestur við ADHD, møguliga eitt óstaðfest dysleksi og fær tíma aftan á tíma prógvað fyri sær sjálvum, at hann er býttur, tí hann ikki kann lesa ella skriva sum sínir javnaldrar?

Dysleksi er tað, sp smátt sett hol á, men lesi-skrivitøknin haltar alvorliga. Hetta er ikki nakað, ið lærarin ella ein førleikastova skal lastast fyri. Tað eigur at koma frá hægri myndugleikum, sigur Maybritt við Strond og heldur fram:

– Ella um næmingurin hevur talblindni, sum vit í Føroyum so slett ikki eru komin so langt sum at seta orð á. Hvørjar fortreytir hevur hesin næmingur í einari skúlaskipan sum okkara?

Skúlablaðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder