Í Føroyum hava skúla- og barnagarðsbørn verið heima seinasta mánaðin, men í morgin fara summi av teimum í skúla og á stovn aftur. Í Spania hava børn heldur ikki verið í skúla ella á dagstovni seinastu vikurnar, men har sleppa tey heldur ikki út yvirhøvur.
Í Spania búgva uml. 8,3 mió. børn og ung undir 18 ár, og sponsku børnini hava verið hildin heima síðan 14. mars í royndini at seinka spjaðingini av koronasmittuni. Men landsins forsætisráðharri, Pedro Sánchez, lovar, sambært Politiken, at børnini skjótt sleppa út aftur at spæla og fáa fríska luft.
Á tíðindafundi í gjár boðaði hann frá, at ætlanin er at linka krøvini í samabandi við útfaringarforboðnum frá 27. apríl av tí at landið nú hevur verið ígjøgnum tað ringasta.
Hendan útmeldingin kemur í kjalarvørruni av, at fleri eru komin við atfinningum, tí at Spania sum tað einasta landið í Evropa hevur givið børnum útfaringarforboð, og spanska barnarættindafelagsskapurin, Plataforma de Infancia hevur ávarað um, at hetta forboðið kann hava ávirkan á bæði sálarligu á kropsligu heilsuna hjá børnunum.
Boðað verður frá, at tað verður undir avmarkaðum umstøðum, at børnini sleppa út aftur seinni í apríl, men smálutirnir eru enn ikki komnir uppá pláss.
Spania er millum tey londini, sum eru harðast rakt av koronasmittuni. Fleiri enn 20.000 eru deyð, og landið hevur næstan 200.000 skrásettar smittutilburðir.
–––
Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.
Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.
Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald