![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Í morgin er nógv umtalaða valið í Bretland. Hendan "general election" fær stóran týdning fyri, hvussu Brexit og framtíðin hjá Bretlandi háttar seg.
Í løtuni sær tað ljóst út hjá Boris Johnson og teimum konservativu. Ein veljarakanning hjá The Times er komin út í dag, og sjálvt um flokkurin gongur aftur í mun til undanfarnu kanningar, so stendur flokkurin til at fáa 339 pláss í stjórnini- Hetta gevur teimum konservativu suverenan meiriluta, so at eingin stuðulsflokkur er neyðugur fyri at skipa stjórn.
Óvissan í kanningini er tó so mikið stór, at tað kann væl detta undir 325 sessir til Tory, ið er helmingurin av teimum 650 plássunum.
Hjá Labour sær einki úr: 231 pláss og sambært keldum í flokkinum er einki álit á Jeremy Corbyn, ið bjóðar Boris Johnson av.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald