Innanlands

Borurin skal setast í áðrenn valskeiðið er hálvrunnið

Blekkið var nóg illa tornað á samgonguskjalinum, tá fyrsta ósemjan tók seg upp. Dennis Holm lovaði milliardatunnil, og boringin skal í gongd um tvey ár. Men tað er ikki tað, sum stendur í samgonguskjalinum

Dennis Holm tók í gjár við sum landsstýrismaður í fiski- og samferðslumálum (Mynd: Sverri Egholm)

Dennis Holm tók í gjár við sum landsstýrismaður í fiski- og samferðslumálum (Mynd: Sverri Egholm)

2022-12-23 09:24 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Áðrenn valskeiðið er hálvrunnið, skal borurin setast í Suðuroyartunnilin.

Tað segði Dennis Holm, nýggjur landsstýrismaður í fiski- og samferðslumálum, við Kringvarpið til móttøkuna í Tinganesi seinnapartin í gjár.

- Vit finna fíggingarleist fyri tað. Tað finnast moddelir fyri hvussu vit loysa tað, so tað loysa vit eisini, segði nýggi landstýrismaðurin úr Vági.

[object Object]Dennis Holm (Mynd: Sverri Egholm)

Men okkurt bendir á, at hann ikki hevur samgonguna við sær í hesum føri. Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum sigur, at samgonguskjalið má fylgjast.

- Tað er ikki í stríð við samgonguskjalið at síggja ljóst uppá tað. Tað er nokkso greitt orðað í samgonguskjalinum, at vit skulu gera fyrireikingar og finna ein fíggingarleist. Vit miðja eftir at tær fyrireikingarnar skulu verða lidnar við ársenda í 2024.

[object Object]Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum (Mynd: Sverri Egholm)

- Eg rokni við at tað fer at blíva nokkso nógv sagt gjøgnum hetta samgonguskeiðið. Vit skulu halda okkum til tað, sum samgonguskjalið sigur, staðfestir Ruth Vang.

Í samgonguskjalinum verður Suðuroyartunnilin umrøddur soleiðis:

Heimild verður givin Pf. Suðuroyartunlinum at gera allar neyðugar kanningar í sambandi við Suðuroyartunnilin, og neyðugur peningur verður játtaður. Miða verður eftir, at kanningarnar eru lidnar við ársenda í 2024. Samstundis verður ein haldføriskanning gjørd, og ein fíggingarleistur verður funnin sum skjótast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder