Innanlands

Bót fyri at háða løgregluna í almenninginum

Rópti eftir løgreglufólkunum og rætti teimum longutong

2024-09-03 07:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglufólkini í einum løgreglubili, sum í gjár koyrdu runt í býnum í Havn, kendu seg so mikið háðað av einum persóni, at tey valdu at geva honum eina bót fyri brot á skilhaldsreglurnar.

Maðurin rætti løgreglufólkunum longutong og rópti ókvæmisorð eftir teimum meðan hann elti bilin.

- Nú er tað ikki so, at vit geva bót hvørja ferð vit síggja ein fingur, tí tað síggja vit javnan. Men tá ein maður soleiðis áhaldandi vísir háðandi atburð í almenna rúminum mitt á degi, so hava vit ikki annað val enn at geva honum eina bót fyri fyri ólátaðan atburð móti politinum og fyri at órógva tann almenna ordanin, sigur vaktleiðarin á løgrelgustøðini í morgun.

Bótin fyri slíkan atburð er vanliga 1.500 krónur.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder