2018-12-30 10:24
Í nátt fekk ein maður bót fyri at skjóta fýrverk millum fólk.
Maðurin kastaði strúkarar eftir fólki fyri at ræða tey, og hetta er brot á lógina um fýrverk, sigur løgreglan.
Tað er ikki ofta, at slíkt hendir, og revsingin hjá hesum manninum verður ein bót.
Í gjár var løgreglan eisini í Vágum í samband við eina brúðarvígslu, har skotið varð við høglum í staðin fyri leysakrúti, sum annars er siður.
Eini tríggir bilar fingu skaða av hesum, men tað er ikki vist hvussu stóran skaða talan er um, og málið verður kannað nærri, sigur løgreglan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald