Í gjárkvøldið og í nátt hava verið fleiri stórar starvsfólkaveitslur, m.a. Í Høllini á Hálsi og á Hotel Føroyum, og í hesum sambandi hava nógv fólk verið í býnum í Havn. Tó hevur náttin verið rættiliga friðarlig.
– Vit hava verið til staðar, men tað hevur ikki verið stórur tørvur á okkum, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.
Hann upplýsir tó, at løgreglan hevur havt tríggjar sovandi gestir á støðini í nátt. Talan var um fólk, sum høvdu fingið ov nógv niðurum, og sluppu at sova rúsin av sær á løgreglustøðini. Tvey teirra vóru ólátað móti løgregluni og øðrum, og eitt teirra fær bót fyri brot á skilhaldsreglurnar.
Í gjárkvøldið um klokkan 19 kom ein fráboðan av Skálafjørðinum, um at olja var á sjónum. Skálafjarðar sløkkilið og løgreglan fóru at kanna málið, og mett var, at talan ikki var um nógva olju. Tey vita ikki rættiliga, hvaðani oljan er komin, men tað verður kannað nærri í dag, sigur vaktleiðarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald