Innanlands

Bowlinghøllin í Havn latið aftur

Felagið, sum eigur Bowlinghøllina á Hálsi er farið í sjálvbodna likvidatión

2023-04-24 17:00 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er ikki longur møguligt at spæla bovling í Havn. Vil ein royna seg í hesum spælinum, so er Leirvík einasta stað í landinum, har møguleiki er at bovla.

Útvarpsstøðin FM1 veit í dag at siga, at Bowlinghøllin á Hálsi í Havn ikki hevur verið opin síðan farna hósdag, tí felagið, sum rekur høllina fór í sjálvbodna likvidatión fríggjadagin.

Tað upplýsir annar av eigarunum, Bjarni Kyster, fyri útvarpsstøðini.

Hann ynskir ikki at upplýsa orsøkina til at høllin letur aftur, men sambært seinasta roknskapinum hjá Bowlinghøllini á Hálsi, var eginkapitalurin í minus við 1,3 milliónum krónum. Møguleikin er enn fyri, at virksemið í høllini kann koyra víðari við øðrum eigarum, veit FM1 at siga. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder