Katastrofal jólasøla merkir at Top-Toy, sum rekur leikuhandlarnar BR og Toys’R’Us í Norðanlondum er farið á húsagang. Tað skrivar felagið í einari fráboðan, skrivar Danmarks Radio.
Tað merkir, at 2000 fólk missa sítt starv, og at felagið nú er farið í skiftirættin.
Orsøkin er millum annað, at børn í dag velja digitala heimin heldur enn leikur, men vantandi netsøla er eisini ein av orsøkunum, skriva danskir miðlar.
Hetta ávirkar tó ikki stórvegis teir báðar føroysku BR-handlarnar í SMS og á Hálsi. Handlarnir hava keypt vørur frá Top-Toy, og mugu nú keypa inn aðrastaðni. Men annars ávirkar tað ikki nakað, upplýsir Bárður á Steig Nielsen, nevndarformaður í føroyska BR, fyri útvarpinum.
Hann sigur, at tíðin má vísa, um handlarnir skulu skifta navn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald