Innanlands

BR Leikur í Føroyum fær møguliga nýtt navn

BR Leikur er føroyskt felag við sjálvstøðugum rakstri, og tí hevur húsagangurin hjá BR í Danmark ikki ávirkan á føroysku handlarnar

Mynd: BR Leikur

Mynd: BR Leikur

2018-12-28 23:08 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Hóast BR Leikur í Føroyum ber sama navn og samleika sum BR Legetøj, so hevur húsagangurin ikki beinleiðis ávirkan á handlarnar í SMS og á Hálsi. BR Leikur er eitt føroyskt felag, við sjálvstøðugum rakstri.

Tað skrivar BR Leikur í fráboðan í kvøld. Føroyska BR Leikur hevur tveir handlar, ein á Hálsi og ein í SMS.

- Vit vita ikki hvussu framtíðin hjá danska BR Legetøj verður. Møguliga fær BR Leikur nýtt navn, og aðrar veitarar av leikum, skrivar føroyska BR, sum sigur, at meira kunning verður um hetta seinni.

BR Leikur sigur, at viðskiftafólkini kunnu enn sum áður býta gávur um, brúka gávukort, sum eru keypt í handlunum í Føroyum og keypa fyri BR sparimerkir, sum eru savnað í Føroyum.

Tað var seinnapartin, at felagið Top-Toy, sum rekur BR og Toys’R’Us-handlarnar í Norðurlondum, er farið á húsagang. Hetta merkir, at umleið 2000 fólk missa starvið í fyritøkuni, skriva danskir miðlar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder