Innanlands

Bragdið fleiri góð úrslit á Tårnby Games

Íðkararnir hjá Bragdinum fingu fleiri góð úrslit á Tårnby Games

Margit og Elisabeth stóðu seg serliga væl á Tårnby Games (Mynd: Bragdið)

Margit og Elisabeth stóðu seg serliga væl á Tårnby Games (Mynd: Bragdið)

2019-05-08 09:07 Author image
Ari av Rana
placeholder

Bragdið hevur, eins og Hvirlan, fleiri góð úrslit at vísa á frá Tårnby Games, sum varð hildið í Danmark um vikuskiftið. Fleiri av íðkarunum hjá Bragdinum settu met og bólkamet.

Fyri at taka okkurt fram um annað, eru tvey føroysk met sett og Elisbet Holm Simonsen eigur bæði tvey. Leygardagin setti hon føroyskt met á 100 m við tíðini 13.01 og í dag, sunnudag, hevur hon megnað at seta føroyskt met í longdarlopi, tá hon leyp 5.11 m, skrivar Bragdið á heimasíðuni. Eisini rann Margit W. Frímundsdóttir 100 m og megnaði at koma undir tíðina á gamla føroyska metinum hjá Elisabet.

Tilsamans vann Bragdið 18 heiðursmerki: 8 gull, 9 silvur og 1 bronsa.

Les eisini: Góð úrslit á Tårnby Games

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder