Eitt brasilskt ferðafólkaflogfar við 61 fólkum umborð datt í gjár niður í býnum Vinhedo norðanfyri stórbýin São Paulo, og øll lótu lív, upplýsir flogfelagið Voepass Linhas Areas.
Talan er um eitt flogfar av slagnum ATR-72-500. Umborð á flogfarinum, sum var ávegis til Guarulhos í statinum São Paulo úr Cascavel í statinum Parana, vóru 57 ferðafólk, og manningin taldi fýra fólk.
Flogfarið datt niður seint seinnapartin í gjár okkara tíð. Flogfelagið hevur enn onga frágreiðing um, hví vanlukkan hendi, men svarti kassin er funnin, so vónin er, at tað ber til at finna útav, hvat er hent, upplýsa lokalir myndugleikar.
Talan er um størstu flogvanlukku í Brasil síðan 2007, har ein flogvanlukka kravdi 199 mannalív, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald