Uttanlands

Brasil: Bolsonaro skal í húsavarðhald

Hann sleppur ikki at fáa vitjan, sum ikki er góðkend av rættinum, og eisini er fartelefonnýtslan hjá honum avmarkað

Fyrrverandi brasilski forsetin, Jair Bolsonaro (Mynd: EPA)

Fyrrverandi brasilski forsetin, Jair Bolsonaro (Mynd: EPA)

2025-08-05 08:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Brasilski hægstirættur gav í gjár boð um, at fyrrverandi foretin í landinum, Jair Bolsonaro skal í húsavarðhald.

Bolsonaro er ákærdur fyri at hava lagt til rættis eitt kvett fyri at forða núverandi forsetanum, Luiz Inacio Lula da Silva, í at taka við sum forseti í januar 2023, skrivar Ritzau.

Grundgevingin hjá dómaranum er, at Bolsonaro seinasta mánaðin ikki hevur gjørt eftir fleiri boðum frá rættinum.

Bolsonaro sleppur sostatt ikki longur at fáa vitjan, sum ikki er góðkend av rættinum. Hann sleppur heldur ikki at brúka hvørki sína egnu fartelefon ella fartelefonirnar hjá øðrum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder