Innanlands

Brasilskur matvørumyndugleiki kemur at skoða Heilsufrøðiligu Starvsstovuna

Endamálið við vitjanini er at góðkenna Heilsufrøðiligu Starvsstovuna sum eftirlitsmyndugleika

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-01-29 14:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í vár kemur matvørumyndugleikin í Brasil, MAPA á vitjan í Føroyum. Endamálið við vitjanini er at góðkenna Heilsufrøðiligu Starvsstovuna sum eftirlitsmyndugleika.

Ætlanin er, at brasilski myndugleikin saman við Heilsufrøðiligu Starvsstovuni fer at vitja virki og skip í Føroyum, sum eru áhugað at flyta vøru út til Brasil, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan í fráboðan á heimasíðuna.

MAPA ætlaði upprunaliga at koma á vitjan í 2019, men tann vitjanin varð avlýst. Komandi vitjanin er dagfest at vera frá 4. apríl til 14. apríl. Tá fara tvey eftirlitsfólk úr Brasil at vitja 10 ymisk fiska- og alivirki og skip.

Meira kunning fæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder