Uttanlands

Breaking Bad-filmur á veg

Viðurkenda amerikanska sjónvarpsrøðin heldur nú fram sum filmur: "El Camino: A Breaking Bad Movie"

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2019-08-27 21:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 2008 byrjaði røðin Breaking Bad, har hyggjarin fylgir evnafrøðilæraranum Walter White, ið fekk staðfest krabbamein í lungunum, og fyri at tryggja familjuna fíggjarliga byrjaði hann at gera methamfetamin saman við fyrrverandi næmingi sínum, Jesse Pinkman.

Í 2013 endaði røðin við, at Walter small um í sínari framleiðslu-smáttu, beint sum løgreglan skuldi koma at taka hann. Í tíðarbilinum ímillum høvdu hyggjar kring heimin verið drignir til røðina, ið hevði vunnið fleiri Emmy Awards og Golden Globes.

Hetta skuldi verða endin av røðini, men nú kunngerð Netflix, at í heyst kemur filmur við navninum  'El Camino: A Breaking Bad Movie", ið skaparin av røðini, Vince Gilligan hevur skrivað og leikstjórnað. Ikki nógv fæst at vita um nýggja filmin enn. 

Aaron Paul tekur leiklutin sum Jesse Pinkman uppaftur. Hesaferð hevur hann høvuðsleiklutin, tí Walter White er jú deyður. Paul sigur við The Guardian, at hann var als ikki vísur í, at eitt framhald var eitt gott hugskot, men eftir athann hevði lisið leikritið  var hann málleysur, og hann lýsir "El Camino", sum ein part av Bad, ið hann ikki visti, at hann vildi hava.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder