Mentan

Breathe: Greta Svabo Bech við nýggjum staklagi

Føroyska sangkvinnan hevur undirskrivað sáttmála við norska plátufelagið Porpeller Recordings

Greta Svabo Bech

Greta Svabo Bech

2021-03-26 21:46 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Greta Svabo Bech hevur undirskrivað sáttmála við norska plátufelagið Propeller Recordings, og í dag gevur hon út nýtt staklag.

Lagið, ið ber heitið "Breathe" er fyrsti bitin av einari røð av komandi útgávum.

Um lagið sigur Greta soleiðis:

– Breathe er ein vøgguvísa, ein dreymasangur, eitt ‘góðanátt’ við onkran sum er farin. Minnir frá einum lívi, frá jørð til himmal, frá vøkstri til forfall. Lívið byrjar við at anda inn, og endar við at anda út. At siga farvæl kann taka meira enn eitt heilt lív.

Tað var júst demo-lagið til ‘Breathe’ sum vakti ans hjá Propeller Recordings, og tað er eisini eitt natúrligt stig í søguni at útgeva hetta lagið fyrst, verður sagt í tíðindaskrivi.

Propeller Recordings umboða m.a. Highasakite, Sløtface, Moddi, Amanda Tenfjord, og Katzenjammer.

Trýst her fyri at hoyra ein brellbita av nýggja staklagnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder