Norski hópdrápsmaðurin Anders Behring Breivik hevur tapt eitt nærrarmál í norska landsrættinum um viðurskiftini í fongslinum, har hann situr dóm sín.
Sambært Breivik er tað brot á evropeiska mannarættindasáttmálan, at hann skal sita í avbyrgdum kliva í fongslinum.
Hetta er aðru ferð, at Breivik tapir eitt slíkt rættaermál. Fyrstu ferð var í februar 2024, har býaarrætturin somuleiðis avgjørdi, at fongsulsviðurskiftini ikki eru í stríð við mannarættindasáttmálan.
Kristoffer Nerland, sakførari, sum umboðar norska statin í málinum, sigur, at Breivik framvegis er vandamikil, og skulu trygdartiltøkini í fongslinum linkast, má Breivik sjálvur vísa vilja til at broyta seg, og tað hevur hann ikki gjørt.
Øyvind Storvik, verji hjá Breivik hevur upplýst, at Breivik ætlar at kæra avgerðina til Hægstarætt.
Breivik varð í august 2012 dømdur 21 ár í trygdarvarðhaldi fyri at hava dripið 77 persónar í tveimum álopum í ávikavist Oslo á á norsku oynni Utøya í juli 2011. Meginparturin av teimum dripnu vóru ungir sosialdemokratr, sum vóru á politiskari summarlegu á oynni. Breivik hevur frá byrjan sitið avbyrgdur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald