
Eitt rættiliga álvarsligt arbeiðsóhapp hendi á Toftum tíðliga seinnapartin í gjár í sambandi við, at grivið verður út til nýggja útstykking.
Teir vóru í gongd við at brekka grót, tá brekkarin rakti niður á eina ósprongda løðing.
Spreingingin var ógvuslig. Tilfar varð blást í allar ættir, og ein steinur rakti niður í tekjuna á einum húsum nærhendis. Eisini eini onnur hús fingu onkran skaða, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðioni.
Tíbetur hendi ongin mansskaði, heldur ikki hjá manninum, sum sat í brekkimaskinuni, sum rekk ein rættiligan hvøkk.
Løgreglan var á staðnum og kannaði umstøðurnar. Eisini arbeiðseftirlitið kannar málið, og avger hvat síðan skal henda, upplýsir vaktleiðarin.
(tekstur rættaður kl. 09.15 - løðingin stavar ikki frá einum arbeiði, sum fyrr hevur verið á staðnum)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald