Um hálvgun tólv tíðina í gjárkvøldið hendi eitt ferðsluóhapp á Høgareyni á Vestmannavegnum.
Tveir bilar koyrdu norð eftir til Vestmannar, men sýni hevur helst ikki verið so gott, tí brádliga var ein seyður á vegnum. Fremri bilurin kláraði at bremsa, men tað kláraði aftari bilurin ikki og rendi í reyvina á bilinum frammanfyri.
Eini bilførarin var koyrdur á Landssjúkrahúsið til kanningar. Báðir bilarnir máttu sleipast av staðnum.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur í morgun, at enn er ikki greitt um nóg stór frástøða var hildin til bilin frammanfyri. Hetta er nakað, sum greiða skal fáast á í dag og um nakar skal skuldsetast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald