2019-01-04 15:25
Veðrið var ikki til vildar at brenna bál í grótbrotinum nýggjársaftan, men nú fáa borgararnir í Sjóvar kommunu møguleika at brenna nýggjársbál saman. Strálan fer í samband við kommununa at brenna bál í morgin, leygardagin 5. januar, kl 17.
Strálan hevur skipað so fyri at ein rúgva av plattum verða at brenna. Eisini verður ein bátur settur í bálið umframt nógv annað, sum brennur.
Á heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu stendur, at skipað verður fyri bálið tvær ferðir um árið - á jóansøku og nýggjársaftan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald