Uttanlands

Bretar samstarva við amerikanarar áðrenn kongsvitjan

Stutt eftir skottilburðin í Washington D.C. skulu bretsku kongshjúnini vitja í USA, har tey m.a. skulu hitta Trump

Charles kongur og Camilla drotning fara eftir ætlan til USA í morgin (Mynd: EPA)

Charles kongur og Camilla drotning fara eftir ætlan til USA í morgin (Mynd: EPA)

2026-04-26 15:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bretska stjórnin er framhaldandi í tøttum samstarvi við amerikanskar trygdartænastur undan statsvitjanini hjá Charles kongi í USA í komandi viku, sigur umboð úr skrivstovuni hjá bretska forsætisráðharranum, Keir Starmer, eftir skottilburðin í nátt.

Bretska stjórnin og bretska kongshúsið taka trygdina hja Charles kongi í størsta álvara, og samstarvið millum amerikanskar og bretskar trygdartænastur heldur fram  komandi dagarnar, verður upplýst sambært Ritzau.

Amerikanski forsetin, Donald Trump var millum gestirnar á borðhaldinum hjá tíðindafólkunum í Hvítu Húsunum, tá ein maður byrjaði at skjóta frá hond. Forsetahjúnini og onnur embætisfólk vórðu flutt av staðnum.

Les eisini: Hevði ætlanir um at skjóta fólk í Trump-umsitingini

Eftir ætlan skulu Charles kongur og Camilla drotning til USA í morgin, har tey m.a. skulu hitta Trump-hjúnini. Eisini skal Charles kongur halda røðu fyri Kongressini. Bretski kongurin og drotningin fara heimaftur hósdagin.

Les eisini: USA: Flaggaðu við avstralskum fløggum undan vitjan hjá Charles kongi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder