Í Washington D.C. er farið undir at fyrireika vitjanina hjá bretska Charles kongi í USA í komandi viku.
Av misgáum vóru tó 15 avstralsk fløgg millum tey yvir 230 fløggini, sum eru tikin fram í sambandi við vitjanina.
Mistakið varð skjótt rættað, og fløggini vórðu skift út við bretskum fløggum, sigur embætisfólk í amerikanska flutningsmálaráðnum sambært Ritzau.
Charles kongur er eisini ríkisstjóri fyri Avstralia, sum er eitt av bretsku Commonwealth-londunum, men hetta heitið er í høvuðsheitum symbolskt. Fløggini hjá Stórabretlandi og Avstralia líkjast nógv. Avstralia hevur eina minni útgávu av bretska flagginum Union Jack í horninum umframt seks hvítar stjørnur.
Bretski kongurin kemur til USA mánadagin í sambandi við, at tað í ár eru 250 ár síðan, at USA loysti frá Stórabretlandi.
Amerikanski forsetin, Donald Trump sigur, at hann m.a. vil tosa við Charles kong um kríggið í Iran, Nato og eitt talgilt avgjald, sum rakar amerikanskar tøknirisar.
Les eisini: Trump hóttir bretar við tolli
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald