
Stórabretland og sameindu tess, herundir USA, Danmark og Týskland, hava sent út eina ávaring um øktan vanda fyri russiskum cyberálopum.
Ávaringin byggir upp á, at bretska fregnartænastan hevur avdúka eina statsstuðlaða russiska ætlan um sokallað cyberálop, sum hevur verið ígongd síðan 2022, skrivar Danmarks Radio.
- Henda óndsinnaða herferðin frá fregnartænastuni hjá russiska hervaldinum er ein álvarslig hóttan móti felagsskapum, ið kunnu verða raktir, herundir felagsskapir, sum veita hjálp til Ukraina, sigur Paul Chichester, stjóri á NCSC, National Cyber Security Centre, í London.
Sambært NCSC eru álopini málrættað móti stuðulsveitingum til Ukraina og móti vesturlendskum flutnings- og tøknifyritøkum.
Russland hevur ikki gjørt viðmerkingar til hesa ávaringina, skrivar dr.dk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald