Forsætisráðharrin í Bretlandi, Boris Johnson, fær nú mótstøðu í síni ætlan at seta tingið út gildi beint undan seinastu brexit-samráðingunum.
Eftir at ætlanin varð kunngjørd í gjár, hava fleiri politikarar, eisini úr egna konservativa flokkinum hjá forsætisráðharranum talað at. Tey siga uppskotið vera ein ólukka og ódemokratiskt.
Men eisini fólkið setir seg nú upp móti ætlanini. Eitt borgarauppskot,sum biður landsins leiðara um at stæðga ætlanini, hevur upp á bert eitt samdøgur fingið yvir eina millión undirskriftir, skrivar dr.dk.
Fleiri mótmælisgongur hava eisini verið í gjárkvøldið í nátt undir herrópinum #stopthecoup, støðga kvettinum.
Elisabeth drotning gekk annars umbønini frá forsætisráðharranum á møti í gjár
Ætlanin er at støðga arbeiðinum hjá tjóðartinginum 9. september, bert seks dagar eftir at tingið er komið saman eftir summarstøðgin.Støðgurin skal varða til 14. oktober, tvær vikur áðrenn Bretland fer úr ES.
Boris Johnson (Mynd: EPA)
Tað er ikki óvanligt í Bretlandi, at tingið verður sent heim eina tíð at geva stjórnini stundir við lógarsmíði, og Boris Johnson segði eisini við BBC í gjár, at henda ætlan einki hevur við Brexit at gera, men skal brúkast til at koma við nýggjum ætlanum um at støðga lógloysi, um sjúkrahúsverkið og útbúgvingarøkið.
- Nóg mikið av tíð er at viðgera Brexit bæði undan og eftir suspenderingina, segði Boris Johnson.
Í Bretlandi er tað soleiðis, at um eitt borgarauppskot fær nóg stóra undirtøku, so skulu tey fólkavaldu taka tað upp til viðgerðar á tingi.
Í Bretlandi er tað soleiðis, at fær eitt borgarauppskot 10.000 undirskriftir, skal stjórnin koma við einum svari. Fær tað yvir 100.000 undirskriftir, skal tað til viðgerðar í tjóðartinginum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald