Bretski brexit-ráðharrin, David Davis, hevur sagt upp. Tað váttar hann í einum uppsagnarbrævi sambært tíðindastovuni Reuters.
Í uppsagnarbrævinum greiðir fráfarni ráðharrin frá, at hann í nógvum støðum hevur verið ósamdur við forsætisráðharran Theresu May í sambandi við samráðingarnar hjá Stórabretlandi at fara úr ES.
David Davis varð útnevndur til brexit-ráðharra í 2016 og hevur havt ábyrgdina av at samráðast um brexit vegna Stórabretland.
Eisini Steve Baker, sum er undirráðharri í brexit-málaráðnum, hevur sambært stjórnarkeldum sagt upp, skrivar Ritzau.
Uppsøgnirnar koma í kjalarvørrinum á, at tað eydnaðist Theresu May at fáa stuðul frá stjórnini, aftaná ein 12-tímars langan fund fríggjadagin, har ein avtala varð gjørd um framtíðina hjá Stórabretlandi uttanfyri ES.
Sambært David Davis fer avtalan "í besta føri at seta Stórabretland í eina veika samráðingarstøðu". Davis er sambært The Independent ósamdur við May um toll- og handilsspurningar, og fleiri atfinningar eru um, at kollektiva avtalan er ov bleyt.
Bretar atkvøddu 23. juni 2016 at fara úr ES, og dagurin er settur at vera 29. mars komandi ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald