
Fundurin millum amerikanska forsetan, Donald Trump og russiska forsetan, Vladimir Putin í dag er ein veruligur møguleiki fyri at gera framstig á leiðini móti friði í Ukraina.
Tað sigur skrivstovan hjá bretska forsætisráðharranum Keir Starmer, eftir at hann í gjár hitti ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj í London.
– Teir sóu fram til fundin (fríggjadagin) millum Trump forseta og Putin forseta í Alaska sum ein veruligan møguleika fyri at gera framstig, so leingi sum Putin prógvar, at hann tekur spurningin um frið í álvara, verður sagt sambært Ritzau.
Á sosiala miðlinum X er Zelenskyj eisini jaligur um fundin.
– Vit umrøddu okkara forvæntningar í mun til fundin í Alaska og møgulig úrslit, skrivar hann.
Eisini umrøddu teir trygd, og hvussu teir kunnu tryggja varandi frið, um tað skuldi eydnast USA at fáa Russland at steðga sínum álopum, skrivar ukrainski forsetin.
Mikudagin vitjaði Zelenskyj í týska høvuðsstaðnum Berlin, har hann hitti Friedrich Merz, samveldiskanslara í Týsklandi. Saman luttóku teir á talgildum fundi við Donald Trump og fleiri stjórnarleiðarum úr Evropa. Á skránni var fundurin við Putin í Alaska og samráðingarnar um frið í Ukraina, og ukrainska verjuna.
Zelenskyj luttekur ikki á fundinum í Alaska í dag. Men sambært Trump er ætlanin at bjóða honum við á ein annan fund, um fundurin í dag eydnast væl. Talan kann vera um ein fund millum Zelenskyj, Trump og Putin ella bara millum Zelenskyj og Putin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald