2026-05-02 09:30
Fríggjadagin byrjaði Føroyameistarakappingin í bridge fyri pør.
16 pør luttaka í kappingini, og eftir 36 spøl síggja úrslitini soleiðis út:
Á fyrsta plássi liggja Árni M. Dam og Símun Lassaberg, meðan Viggo Johannesen og Heini Joensen liggja á øðrum plássi og á triðja plássi liggja Arnbjørn Sivertsen og Jákup Hjaltalin.
Kappingin heldur fram í dag í Bridgehúsinum í Gundadali, har 54 spøl skulu spælast, áðrenn Føroyameistararnir verða funnir, skrivar Føroya Bridgesamband.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald