Innanlands

Brimil sleipaði útróðrarbát til Leirvíkar

Báturin varð steðgaður upp norðanfyri Kallin

Brimil (Savnsmynd)

Brimil (Savnsmynd)

2019-02-16 20:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Klokkan uml. 15 seinnapartin í dag fekk MRCC boð um, at ein útróðrarbátur var steðgaður upp.

Tveir manns vóru umborð á bátinum, sum steðgaði upp seks fjórðingar norðanfyri Kallin, sigur vakthavandi á MRCC-støðini.

Boð vóru tí send eftir Brimli at hjálpa, og um sjey tíðina í kvøld boðaði Brimil frá, teir høvdu sleipað bátin til Leirvíkar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder