Mentan

Brøðurnir í Saltangará taka nýggjan sal í brúk

Nýggja Berøa verður almebt tikið í brúk leygardagin – gamli bygningurin, sum einaferð stóð í Havn, skal takast niður

2022-03-31 11:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú er salurin hjá brøðrasamkomuni Berøa í Saltangará loksins klárur at taka í brúk.

Bygningurin hevur staðið í gerð í eina tíð. Hann er bygdur beint undir verandi sali við Heiðaveg, sum hevur staðið har síðan 1963.

Bygningurin stóð upprunaiga í Havn. Tá brøðurnir í Havn fóru undir at byggja nýtt Ebenezer í miðbýnum, varð gamla Ebenezer flutt inn á Skálafjørðin og fekk navnið Berøa.

Leygardagurin bjóðar brøðrasamkoman til almenna móttøku í nýggja salinum.

Móttøkan byrjar á middegi við einum tiltaki fyri børn, har børnini eisini fáa bjóða eina barnamenu. Klokkan 14 heldur skráin fram við felagssangi, stuttum boðskapi og solosangi. Síðani verður hildið fram allan dagin, har røður og sangur er á skránni við ymiskum gestasangarum.

Klokkan 16 vitjar borgarstjórin, Tórbjørn Jacobsen og heldur røðu, har Magnus Rasmussen eisini kemur at luttaka. Klokkan 18 fer trúboðin, Poul Jóhan Djurhuus, at greiða frá samkomusøguni. Skráin endar klokkan 20 við gestasangarum úr Nebo, og trúboðin Petur á Roykheyggi endar móttøkuna við einum boðskapi.

Í kjallarahæddini verður Café opin allan dagin, har øll eru vælkomin.

Nú nýggi salurin er klárur, er ætlanin at taka gamla Berøa niður.

Nýggja Berøa er 264 fermetur til støddar. Í tí stóra salinum í ovaru hæddini eru umleið 200 sitipláss, og í einum minni sali eru sitipláss til knapt 100 fólk. Eisini er ein salur til veitslur og annað, umframt køkur, barnaansingarrúm og fleiri sunnudagsskúlarúm.

TN-Bygging hevur staðið fyri byggingini, men fólkið í samkomuni hevur eisini í stóran mun arbeitt sjálvboðið við byggingini. 

Sí eisini Facebookvangan hjá Berøa

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder