Innanlands

Brot á politiviðtøkur og ein bilførari tikin fyri spirituskoyring

Løgreglan hevur havt eina friðarliga nátt, men tó var okkurt at skriva heim um

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-01-12 09:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hóast illfýsið var okkurt fólk í býnum í høvuðsstaðnum, og sum altíð er løgreglan úti um seg. Beint áðrenn klokkan tvey var ein maður av bygd, sum var illur í sær, og hevði keðiligan atburð, lutvíst móti løgregluni. Hann fær bót fyri brot á politiviðtøkurnar.

Um hálvgun seks tíðina tók løgreglan bilførara, sum koyrdi ávirkaður av alkoholi. Blóðroynd varð tikin, og hon verður nú send til Danmarkar, og um einar tvær vikur verður greitt um bilførarin missur koyrikortið ella ikki.

Løgreglan setur í morgun leiting í verk eftir einum ferðamanni, sum hevur verið saknaður úti á Kirkju í Fugloy síðani í gjár. Hann kom í oynna á middegi í gjár, men hevur ikki verið at sæð síðani.

Eitt lið frá løgregluni við hundum fer út í Fugloynna fyrrapartin at leita.

Les meira: Seta nú leiting í verk eftir ferðamanni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder