Uttanlands

Broyting í donsku stjórnini

Eygleiðarar meta at flokkurin hjá Mette Frederiksen er farin at brynja seg til komandi fólkatingsvalið, sum verður í seinasta lagið í oktober næsta ár

Rasmus Stoklund, her saman við Ruth Vang, skiftir skattamálaráðið út við útlendingamálaráðið (Savnsmynd: fmr.fo)

Rasmus Stoklund, her saman við Ruth Vang, skiftir skattamálaráðið út við útlendingamálaráðið (Savnsmynd: fmr.fo)

2025-09-23 11:08 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Mette Frederiksen hevur í dag gjørt broytingar í donsku stjórnini. Tað boðar danska forsætismálaráðið frá í dag.

Rasmus Stoklund, skattamálaráðharri, verður ístaðin útlendinga- og intagratiónsráðharri.

Kaare Dybvad Bek, útlendinga- og integratiónsráhharri, verður í staðin ráðharri í arbeiðsmálum.

Og verandi arbeiðsmálaráðkvinna, Ane Halsboe-Jørgensen, verður skattamálaráðkvinna.

- Broytingarnar í stjórnini vórðu ætlaðar áðrenn hendingarnar í gjárkvøldið við dronum yvir Keypmannahavnar Floghavn. Orsaka av hesum verður almenna fráboðanin av broytingini ikki kunngjørd fyri kongi fyrr enn seinni í vikuni, skrivar forsætismálaráðið í fráboðanini.

Fólkatingsval skal vera í seinasta lagið í oktober komandi ár. Eygleiðarar hjá Danmarks Radio meta, at henda broytingin er ein liður hjá danska javnaðarflokkinum at styrkja seg til komandi val.

Eitt nú hevur Rasmus Stoklund verið ein markantur kjakarin í spurninginum um tilflytarar og útlendingar, og hann fær tí hetta málsøkið at passa í staðin fyri skattamál.

Sosialdemokratiski flokkurin er trýstur av Dansk Folkeparti júst í hesum spurningum, skrivar dr.dk. 

[object Object]
Mette Frederiksen hevur havt úr at gera í morgun við at svara spurningum um dronurnar yvir flogvøllinum í Kastrup. Tí verða fráboðanirnar um skiftið í stjórnini ikki galdandi fyrr enn seinni í vikuni (Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder