Innanlands

Broytingar á Staðnum í 2023

Bygdaráðið í Vestmanna hevur seinastu tíðina arbeitt við einari ætlan, sum skal økja um trivnaðin millum børn og ung, sum koma til ungdómshúsið. Byrjað verður við nøkrum verkstovum í januar, og nú verður meira opið fyri teimum, sum ganga í 4. - 6. flokki

Byrjað verður nú í januar við LIST-verkstovu, ið listamaðurin Jón Sonna Jensen stendur fyri og sum byrjar 9. januar. Tveir dagar seinni byrjar Podvarps-verkstova (Mynd: vestmanna.fo)

Byrjað verður nú í januar við LIST-verkstovu, ið listamaðurin Jón Sonna Jensen stendur fyri og sum byrjar 9. januar. Tveir dagar seinni byrjar Podvarps-verkstova (Mynd: vestmanna.fo)

2023-01-01 17:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Bygdarráðið hevur seinastu tíðina arbeitt við einari spennandi ætlan, sum vónandi kemur at økja um trivnaðin millum børn og ung, sum koma á STAÐIÐ.

Hetta skrivar Vestmanna kommuna á heimasíðu sínari

Umframt eitt nýtt tilboð til børn frá 4. til 6. flokk, skal ungdómshúsið eisini gerast karmur um nútíðarhóskandi tilboð fyri børn og ung frá 7. flokki til og við, tá ið tey eru 17 ára gomul.

- Tað hevur altíð verið ætlanin, at børnini og ungdómurin hava ávirkan á, hvat húsið verður brúkt til, og tí bjóðar ungdómsleiðarin næmingarráðnum á gátt at viðgera verkstovur og tiltøk – soleiðis at tilboðini bæði eru hóskandi og hava teirra áhuga.

Í hesum nýggja árinum fer Staðið at skipa regluligar mentanarligar verkstovur, sum eru ókeypis hjá børnunum og ungdóminum at tekna seg til. Í hesum verkstovunum er denturin ikki lagdur á nakað endaligt avrik, men heldur á, at tey sleppa at royna seg á ókendum økjum og møguliga fáa eitt øðrvísi frítíðarítriv, sum tey regluliga kunnu ganga til.

Byrjað verður nú í januar við LIST-verkstovu, ið listamaðurin Jón Sonna Jensen stendur fyri og sum byrjar 9. januar. Tveir dagar seinni byrjar Podvarps-verkstova.

    Fleiri verkstovur eru á skránni fyri februar og mars. Nærri kunning kemur um tær miðskeiðis í januar mánað, skrivar vestmanna.fo.

    Boðað verður eisini frá, at sum nakað nýtt er ætlanin fyri 2023, at ungdómshúsið skal lata upp fyri børnum í 4. til 6. flokk tvær ferðir um vikuna frá klokkan 14 til 17.30.

    - Arbeitt verður eisini við at vaksa um dagatalið, har STAÐIÐ er opið. Hetta verður gjørt stigvíst yvir komandi ár – í tráð við, at verkstovurnar fáa fast pláss á skemanum. STAÐIÐ verður opið tríggjar dagar um vikuna komandi tíðina. Vit velja at raðfesta góðsku fram um nøgd í byrjanini av árinum, men arbeiða tó miðvíst fyri at økja um dagarnar, har ungdómshúsið er opið.

    Ungdómshúsið verður opið ein leygardag um mánaðin.

    placeholder

    Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

    placeholder