Innanlands

Broytingar gjørdar í heilsuhjálpara- og heilsurøktaraútbúgvingunum

Útbúgvingarnar verða javnan broyttar, tá broytingar eru í somu útbúgvingum í norðurlondum

Mynd: Heilsuskúli Føroya

Mynd: Heilsuskúli Føroya

2019-03-08 16:19 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í januar 2019 eru fleiri broytingar innførdar í útbúgvingunum á Heilsuskúla Føroya.

Útbúgvingarnar verða javnan broyttar, tá broytingar eru í somu útbúgvingum í norðurlondum. Hetta verður gjørt fyri at fylgja við menningini á økinum, so best møgulig røkt og sjúkrarøkt kann veitast teimum, sum tørva hana. 

Umráðandi er at tryggja, at útbúgvingingarnar eisini geva atgongd til størv í øðrum londum og til víðari útbúgvingarførleikar. 

Heilsuútbúgvingarnar enda við at geva danska autorisatión og tí er neyðugt at fylgja við krøvunum til útbúgvingarnar í øðrum londum.

Seinast broytingar vóru í heilsuútbúgvingnum var í 2016, tá lærugreinin Farmakologi/heilivágslæra varð innførd sum sjálvstøðug og kravd próvtøkulærugrein í heilsurøktaraútbúgvingini, skrivar Heilsuskúli Føroya á heimasíðuni.

Broytingar í januar 2019

Í januar 2019 eru nakrar broytingar gjørdar í endamálunum fyri útbúgvingarnar. Størri dentur verður lagdur á at tryggja eina samanhangandi sjúklingagongd; at gott samstarv er ímillum sjúkrahúsverkið og kommunala eldraøkið, tá innleggingar og útskrivingar fara fram. 

Meira fyribyrging og heilsufremjan verður framd í verki, við tíðliga at finna tekin til sjúku. Heilsuhjálparar og heilsurøktarar skulu umhugsa enn meira endurmenning inn í allar uppgávur, og ikki yvirtaka uppgávur frá borgaranum, sum hann er við at missa. Heilsuhjálparar fáa eisini meira undirvísing í m.ø. demens.

Støði í almennum lærugreinum føroyskum og enskum er hækkað fyri lættari at geva atgongd til víðari lestur. 

Autorisatión

Í 2010 var danska heilsustýrið í Føroyum og metti um innihaldið í føroysku útbúgvingunum, so møguleiki er at søkja autorisatión eftir danskari lóg, (sett í gildi í Føroyum). 

Heilsustýrið metti, at innihaldið í útbúgvingunum var eins og tað er í Danmark og síðani 2013 hevur heilsurøktaraútbúgvingin givið autorisatión.

Samstarv við aðrar skúlar

Heilsuskúlin tryggjar á fleiri økjum, at krøvini verða hildin, m.a. við javnan at vitja skúlar aðrastaðni og vera við til próvtøkur og undirvísing.

Eisini hava umboð fyri skúlar aðrastaðni frá verið í Føroyum sum próvdómarar. Heilsuútbúgvingarnar nýta evidensbaserað undirvísingartilfar, úr donsku útbúgvingunum, í lærugreinum, sum hava sama innihald, soleiðis kann eisini veitast trygd fyri støði og góðkenning.

Umhugsað verður altíð at tillaga broytingar, sum verða gjørdar, til føroysk viðurskifti. Tí er tað í dag ein ávísur munur í uppbygnaði av útbúgvingunum her, í Føroyum, samanborið við onnur norðurlond. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder