Innanlands

Broytingar í ferðaætlanini hjá Smyrli

Næsti túrur verður av Havnini kl. 12, og síðani verður siglt sambært ferðaætlan

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-12-14 10:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Aftur í dag ávirkar veðrið siglingina hjá Smyrli.

Smyril fór av Havnini í morgun klokkan sjey, og fór hann av krambatanga aftur klokkan 9.30.

Smyril fer av Havnini aftur klokkan 12, og síðani verður siglt sambært ferðaætlanini.

Strandferðslan boðar frá, at bygdaleiðir í Suðuroy koyra í sambandi við fráferð og komu hjá Smyrli.

Bíleggingar til túrin, sum skuldi vera klokkan 8.30 av Krambatanga vórðu sjálvvirkandi fluttar til túrin klokkan 9.30, og bíleggingarnar til túrin, sum átti at verið klokkan 11, eru sjálvvirkandi fluttar til túrin klokkan 12.

Illveðrið seinnapartin í gjár hevði eisini við sær, at tríggir túrar vórðu avlýstir.

Fyrst varð boðað frá, at Smyril fór at sigla seinasta túr av Havnini klokkan 16, men hesin túrurin mátti eisini avlýsast.

Seinasti túrurin var avlýstur eftir at ferðafólk vóru komin umborð, tí veðrið var verri enn upprunaliga hildið, og var tað ikki mett ráðiligt at sigla suður, segði sigur Jonhild Andreasen frá samferðsludeildini hjá Strandferðsluni við Útvarpið í gjárkvøldið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder