2018-12-27 10:08
            
        
        
                
            IRF boðar frá broytingum í innsavningini av húsarhaldsposum. Allir húsarhaldsposar, ið vanliga verða heintaðir mánadag og týsdag, og sostatt ikki hava verið heintaðir, tí at hetta vóru jólaaftan og fyrsti jóladagur, verða heintaðir í dag 27. desember. Allir húsarhaldsposar, ið vanliga verða heintaðir mikudag og hósdag, verða heintaðir fríggjadagin 28. desember. Sí yvirlit yvir innsavning niðanfyri.
27. desember verða húsarhaldsposarnir heintaðar í hesum bygdum:
- Vestmanna, Válur, Kvívík, Stykkið, Leynar, Skælingur, Tjørnuvík.
 - Miðvágur, Sandavágur, Sørvágur, Gásadalur, Bøur, Vatnsoyrar.
 - Hósvík, Streymnes, Hvalvík, Haldórsvík, Langasandur.
 - Eiði, Ljósá, Svínáir, Norðskála, Oyrarbakki, Oyri.
 - Funningur, Funningsfjørður, Elduvík, Oyndarfjørður, Hellurnar.
 - Skálabotnur, Undir Gøtueiði, Skipanes, Kambsdalur, Fuglafjørður.
 - Selatrað, Morskranes, Kolbeinagjógv.
 - Søldarfjørður, Lambareiði, Lamba, Rituvík, Æðuvík, Nes, Toftir, Saltnes.
 
28. desember verða húsarhaldsposarnir heintaðar í hesum bygdum:
- Runavík, Saltangará, Glyvrar, Syðrugøta, Gøtugjógv, Norðragøta, Leirvík.
 - Skála, Innan Glyvur, Strendur.
 - Viðareiði, Depil, Hvannasund, Norðdepil, Norðtoftir, Árnafjørður, Kunoy, Haraldssund, Ánirnar, Norðoyri.
 - Klaksvík.
 
Suðuroy
Húsarhaldsposarnir í norðaru helvt av Suðuroynni verða heintaðir 27. desember. Posarnir í sunnaru helvt verða heintaðir 28. desember.
                
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald