Nógvi kavin órógvar heintanina hjá IRF av húsarhaldsposum.
Allir húsarhaldsposar, ið eiga at verða heintaðir í dag, verða, um tað viðrar, heintaðir í morgin, hósdagin, ístaðin. Talan er um hesar bygdir:
- Strendur, Innan Glyvur, Skála, Glyvrar, Saltangará, Runavík, Syðrugøta, Gøtugjógv, Norðragøta og Leirvík,
- Viðareiði, Hvannasund, Depil, Norðdepil, Norðtoftir og Árnafjørður
Eisini verða posarnir í Oyndafirði væntandi heintaðir í morgin, hósdagin.
IRF ger vart við, at ein treyt fyri, at innsavnarnir kunnu taka posarnar er, at tað er grivið frammanfyri ruskíløtunum og út til vegin.
Eisini verður heitt á stovnar, fyritøkur, virkir og handlar um at grava frá ruskíløtum út á vegin, skrivar IRF á heimasíðuni.
Roknast kann annars við seinkingum og broytingum í innsavningini hjá IRF, meðan hált og kavi er.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald