Innanlands

Broytingar í løgtingsnevndunum

Súsanna Bertholdsen fingið sæti í mentanarnevndini og trivnaðarnevndini – Bjarni K. Petersen í uttanlandsnevndini og vinnunevndini

2025-12-11 09:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í sambandi við at broytingar eru gjørdar í landsstýrinum, og harav fylgjandi íutskifting í løtginginum, hava Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, tilnevnt nýggjar nevndarlimir. 

Í mentanarnevndini er Súsanna Bertholdsen varalimur fyri Eyðgunn Samuelsen

Í trivnaðarnevndini er Súsanna Bertholdsen fastur limur fyri Kim Durhuus, sum er farin úr tinginum. 

Í uttanlandsnevndini er Bjarni Kárason Petersen fastur limur fyri Karlot Hergeirsson. Karlot Hergeirsson er varalimur fyri Árna M. Dam, sum er farin úr tinginum. 

Í vinnunevndini er Bjarni Kárason Petersen fastur limur fyri Árna M. Dam, sum er farin úr tinginum. Hanna Jensen er varalimur. 

Í landsstýrismálanevndini er Bjarni Kárason Petersen varalimur fyri Árna M. Dam, sum er farin úr tinginum. 

Í Útnorðurráðnum er Karlot Hergeirsson fastur limur fyri Árna M. Dam, sum er farin úr tinginum. Meðan Bjarni Kárason Petersen er varalimur.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder