2018-07-11 11:25

Í kvøld verður meistaraliga mikukvøldið í Syðrugøtu. Kaldar bjór, fish’n’chips, semifinala á stórskíggja og fesk tónleikahitt úr Bretlandi.
G! Festivalurin er sera fegin um at kunna vísa HM-semifinaluna millum Kroatia og Ongland í kvøld klokkan 19.00 á stórskíggja í Syðrugøtu.
At semifinalan er løgd aftrat skránni merkir, at Rag’n’Bone Man framførir ein hálvan tíma fyrri, klokkan 21.30, meðan Swangah verður flutt niðan á Spæliplássið og byrjar klokkan 23:00.
Gongdin í dystinum kann ávirka skránna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald