Tekur leiðslan ikki starvsfólkini við í tilgongdina at fremja størri broytingar á einum arbeiðsplássi, eru sannlíkindi fyri, at tær fara eydnast, ikki til staðar. Hetta var høvuðsniðurstøðan hjá danska leiðsluráðgevanum og rithøvundanum, Bo Vestergaard, sum helt fyrilestur á einum temadegi í Smæruni mikudagin, har umleið 130 álitisfólk, stovnsleiðarar og onnur áhugaði luttóku.
At gera størri broytingar á einum arbeiðsplássi er sjáldan nøkur løtt uppgáva hjá eini virkis- ella stovnsleiðslu. Eitt er tó longu givið frammanundan, at tekur leiðslan ikki starvsfólkini við tíðliga í tilgongdini, eru broytingar í flestu førum dømdar at miseydnast.
So avgjørdur er danski leiðsluráðgevin og rithøvudurin, Bo Vestergaard, sum vitjaði í Føroyum um dagarnar í sambandi við, at Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið skipaðu fyri temadegi undir heitinum “Tak starvsfólkini við í broytingum”.
Temadagurin var í Smæruni í seinasta mikudag, har umleið 130 fólk tóku lut: álitisfólk, stovnsleiðarar og nevndarlimir í Starvsmannafelagnum. Temadagurin var avtalaður í sáttmálasamráðingunum í 2017, við tí endamálið at varpa ljós á týdningin av, at starvsfólkini eru við í ráðleggingini, tá ið broytingar verða gjørdar á almennum arbeiðsplássum, skrivar Starvsmannafelagið.
Eftir at Súni Selfoss, formaður í Starsmannafelagnum, og Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini, høvdu bjóðað vælkomin og frá endamálinum við temdegnum, fekk Bo Vestergaard orðið.
Les meira um fralømguna hjá Bo Vestargaard her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald