Innanlands

Brúgvin, kristin eftirskúli setast á stovn í Skálavík

Gongst eftir ætlan verður nýggjur eftirskúli settur á stovn skúlárið 2020/21

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2019-10-21 12:36 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Gongst eftir ætlan verður nýggjur eftirskúli settur á stovn skúlárið 2020/21. Skúlin hevur fingið navnið Brúgvin og fer at húsast í Deplinum í Skálavík, sum Immanuel grunnurin varðar av. Sigast má, at umstøðurnar á Deplinum og umhvørvið annars í Skálavík og á Sandoynni, eru framúr góðar til endamálið.

Talan er í fyrstu syftu um 10. floks upptøku, men ætlanin er við tíðini at menna skúlan til eisini at umfata 8. og 9. flokk.

Tað er ein áhugabólkur, ið hevur tikið stig til hesa verkætlan. Arbeitt hevur verið av øllum alvi, síðani tað gjørdist greitt, at Depilin fór at vera tøkur til nýtt leigumál. Brúgvin hevur fingið undangóðkenning frá Uttanríkis- og Mentamálaráðnum, og bjóðar nú alment 10. floks næmingum til komandi skúlaár eitt avbjóðandi og mennandi eftirskúlaár á Brúnni í Skálavík.

Endamálið við Brúnni er at menna samfelagsligt og sosialt tilvit hjá einstaka næminginum. Tilgongdin er grunda á kristna holistiska menniskja- og heimsfatan. Brúgvin ynskir, at einstaki næmingurin mennist og búnast sum heilt menniskja bæði likamliga, sálarliga, andaliga og sosialt. Brúgvin fylgir námsætlan fólkaskúlans, men skipar undirvísingina í breytum. Umframt breytir, verða eisini vallærugreinar og áhugalærugreinar bodnar út gjøgnum skúlaárið. Ein námsferð uttanlands er partur av konseptinum, og er hon í samsvarið við endamál skúlans.

Áhugabólkurin handan Brúnna leggur dent á, at skúlin er fyri øll, bæði tey, ið kenna seg heima í kristnu trúnni og tey, ið kenna seg meiri fremmand. Brúgvin snýr seg um at byggja brýr millum ung, milum einstaklingin, felagskapin og Gud.

Myndir: Sverri Egholm

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder