
Eitt bretskt dronufelag, kallað Windracers, hevur nú fingið loyvi frá bretsku flogferðslumyndugleikunum at flúgva stórar farmaberandi dronur úr bretskum rúmi inn í flogrúmið hjá aðrari tjóð.
Fyrsti millumtjóða flogtúrur við teirra dronum – vit kunnu eisini kallað tað ómannað flogfari – verður frá Tingwall flogvøllinum í Hetlandi til flogvøllin í Haugesund í Noregi.
Hetta er fyrstu ferð, at ein langtrøkkandi drona hevur fingið loyvi at flúgva úr bretskum loftrúmi inn í loftrúm hjá øðrum landi, skrivar Shetnews.
Talan er um ein túr á 235 enskar miles, svarandi til góðar 378 kilometrar.
(Mynd: Windrade)
Dronan ella flogfarið, sum Windracer brúkar til ferðina, kann lasta upp til 150 kilo, og kann røkka túsund kilometrar.
At brúka dronur til farma- og postflúgving er meira vanligt í Bretlandi, enn tað er á okkara leiðum. Á bretsku oyggjunum er vanligt, at dronur flyta post og eitt nú heilivág út til fjarskotin búpláss.
Felagið Windrace sær eisini stórar møguleikar í at brúka flogfør sum hetta til at flyta smáar lastir út til fjarskotin pláss. Flogfarið kann lenda á staðnum, men tað er eisini møguligt at sleppa lastini í fallskíggja.
Windrace hevur longu tikið sær av flutningi av farmi innanoyggja í Hetlandi, og haðani til Orknoyggjar og til fjarskotnu Fair Isle.
Sum skilst, er fyrsta flúgvingin millum Tingwall og Haugesund ikki flogin enn, tí veðrið ikki hevur loyvt tí.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald