Innanlands

Brúka ikki henda heiluvágin

Apoteksverkið ávarar um, at hann kann vera orsøk til álvarsliga smittu. Tey, ið brúka henda Dicillin skulu fara á apotekið og fáa tað skift út við annan heilivág

2023-02-07 10:43 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sjúklingar, sum eru í viðgerð við heiliváginum, ið kallast Dicillin Sandoz 500mg kapslum fyri bruna, skulu fara aftur á apotekið við heilivágnum og fáa annað slag av heilivági ístaðin. Soleiðis ljóðar ein ávaring, sum Apoteksverkið hevur sent út í dag.

Tað er umráðandi at viðgerðin ikki steðgar. Apotekini hava tí fingið boð um at útvega sjúklingunum annan heilivág fyri bruna.

Landsapotekarin er gjørdur varugur við, at nakrir fáir sjúklingar, sum hava verið í viðgerð við heilivágnum Dicillin 500 mg frá fyritøkuni Sandoz, eru smittaðir við multimótstøðuførum CPO-bakterium.

Talan er um 9 sjúklingar, sum hava fingið staðfest bakteriurnar í tíðarskeiðinum frá oktober í fjør til januar í ár. Ábendingar eru um, at tað er hesin heilivágurin, sum er orsøkin til hetta.

Hetta verður í løtuni kannað nærri og tískil er heilivágurin tikin av hyllunum fyribils.

Starvsfólkini á apotekunum kring landið eru klár at við at finna annan heilivág. Tað er ikki neyðugt at fáa nýggja resept frá kommunulæknanum, skrivar Apoteksverkið í dag. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder