
Tað hevur verið øllum greitt, at prísirnir í samfelagnum eru hækkandi. Gerandisvørur sum prísir fyri streym, og eitt slag av inflasjón er.
Hagstovan staðfestir í dag, at prísvøksturin heldur fram, men samstundis at prísirnir ikki hækka við somu ferð, sum teir hava gjørt. Brúkaraprístalið er vaksið 8,3 prosent seinasta árið. Tað eru hækkandi rentur og streymprísur, ið eru størsta orsøkin til prísvøksturin. Talið er tó farið nakað niður, í mun til tá tað var hægst á heysti í fjør.
Brúkaraprístalið vísir prísgongdina á vørum og tænastum, sum eru partur av nýtsluni hjá húsarhaldunum í Føroyum. Sostatt er brúkaraprístalið eitt mát fyri inflasjónina í Føroyum. Nýggjasta uppgerðin er fyri februarmánað 2023 (Mynd og tekstur: Hagstova Føroya)
Tá hugt verður eftir slíkum, so verður tað bólkað. Brúkaraprístalið er yvirskipað sett saman av 12 vøru- og tænastubólkum. Hóast inflasjónin tykist at vera minkandi, og vit skulu aftur til mai í 2022 fyri at síggja ein lakari árligan prísvøkstur, so er framvegis vøkstur í øllum høvuðsbólkum, staðfestir Hagstovan.
Av teimum 12 høvuðsbólkunum í brúkaraprístalinum telja matur og drykkjuvørur mest í samlaðu nýtsluni hjá einum miðal føroyskum húsarhaldi. Prísvøksturin á mati og drykkjuvørum er 13,3 prosent.
Talvur: Hagstova Føroya
Um hugt verður nærri at hvørjar mat- og drykkjuvørur serliga hava verið fyri prísvøkstri seinasta árið sæst, at prísirnir á oljum og fitievnum, sum smør og margarin, eru hækkaðir við næstan 27 prosentum. Prísurin á breyði og øðrum vørum úr korni hækkar framvegis. Tað er serliga rís og pasta, sum er vorðið dýrari síðani seinastu uppgerð. Breyð og kornvørur er dýrkað góð 15 prosent seinasta árið. Grønmeti er vorðið sløk 16 prosent dýrari hjá húsarhaldunum at keypa. Kaffi, te og kakao er dýrkað við meira enn 20 prosentum.
Sum heild eru allir matvørubólkar eru vorðnir dýrari seinasta árið. Prísirnir á sukri og góðgæti eru hækkaðir góð 7 prosent, og prísirnir á sodavatni sløk 6 prosent. Tað er ein munandi lakari prísvøkstur enn á øðrum mat- og drykkjuvørum. Sostatt hevur tað verið minni dýrt hjá húsarhaldinum at keypa sær góðgæti í mun til matvørur, ið kunnu metast sum neyðsynjarvørur, seinasta árið.
Rentuútreiðslur og streymprísir hava størst ávirkan
Hagstovan staðfestir, at hóast gerandisvørurunar allar eru dýrkaðar, so eru tveir høvuðstættir, ið órógva meira.
- Tað sæst aftur, at tað er vorðið dýrari at læna pening til húsakeyp. Rentuútreiðslurnar hava størstu ávirkanina á brúkaraprístalið hesa ferð. Eisini er prísurin á streymi hækkaður. Prísirnir á nýtsluni hjá húsarhaldunum til býli eru hækkaðir sløk 15 prosent frá februar 2022 til februar 2023.
Sum heild líktiskt føroyska brúkaraprístalið fyri februar teimum í hinum í Norðanlondunum. Tað var tó nakað hægri enn tað danska og serliga tað norska og lægri enn tað svenska til dømis - eisini var samlaða brúkaraprístalið í ES-londunum hægri enn tað føroyska.
Í februar var árligi prísvøksturin í Danmark 7,6 prosent og nakað lakari enn prísvøksturin í Føroyum. Prísvøksturin í Noregi hevur verið lakari enn í hinum Norðurlondunum og Evropa annars seinasta árið. Í februar var prísvøksturin 6,3 prosent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald